Rationel og irrationel tøl

Rationel tøl

Rationel tøl eru øll heil tøl og øll tey tøl ið kunnu skrivast sum eitt brot:

\(\frac{a}{b}\)

Rationel tøl verða frámerkt við bókstavinum:

\(\mathbb{Q}\)

Hendan mongdin av tølum rúmar næstan øll tøl, írokna tey tølini, ið liggj ímillum tey heilu tølini. Hetta eru tøl sum 2,5 og -5,9, tí

\(2,5=\frac{5}{2}\)

Irrationel tøl

Irrationel tøl eru tøl, ið ikki kunnu skrivast sum eitt brot. Tað eru tøl sum hava óendaliga nógv decimaltøl, ella tøl eftir komma. Dømir á tílík tøl eru \(\pi\) og \(\sqrt{2}\).

Um vit leggja allar hesar mongdirnar, heil-, rationel- og irationel tøl í eina mongd fáa vit øll tøl. Mongdin av øllum tølum kallast altøl ella reel tøl, og tann mongdin er frámerkt við bókstavinum:

\(\mathbb{R}\)

Filmur