Hvat er ein linjurøtt funktión

Linjurættar funktiónir

Um øll punktini á einum grafi liggja í einari rættari linju, siga vit at funktiónin er linjurøtt. Til dømis:

\[y = x + 3\]

Út frá hesari líkningin kunnu vit siga at \(y\)-virðini eru heft til \(x\)-virðini. Vit kunnu skriva nøkur talpør inn í eina tabel, sum vit ofta kalla fyri fiskabein:

\(x\) 0 1 3 8 10 100
\(y\) 3 4 6 11 13 103

Forskriftin á einari linjurættari funktión

Sum heild kunnu vit siga at ein linjurøtt funktión hevur forskriftina:

\[f(x) = ax + b\]

og tilsvarandi líkningina:

\[y = ax + b\]

Vit hava sæð at vit kunnu avmynda funktiónir í eina krossskipan. Vit forklára og vísa dømi í filminum. Á næstu síðu forklára vit hvat a og b eru, og hvussu virðini á teimum ávirka grafin.

Filmur