Potensar av brotum og negativar eksponentar
Potensur av einum brotið
Um vit hava potens av einum brotið, til dømis:
\[\left(\frac{2}{5}\right)^3 = \frac{2}{5} \cdot \frac{2}{5} \cdot \frac{2}{5}\]
Um vit falda brotini saman fáa vit:
\[\frac{2}{5} \cdot \frac{2}{5} \cdot \frac{2}{5} = \frac{2 \cdot 2 \cdot 2}{5 \cdot 5 \cdot 5} = \frac{2^3}{5^3}\]
Tvs vit bara flyta eksponentin inn á teljara og nevnara:
\[\left(\frac{2}{5}\right)^3 = \frac{2^3}{5^3}\]
Roknireglan fyri potensur av einum brotið
Sum gevur okkum potensrokniregluna fyri potensur av einum brotí:
\[\left(\frac{a}{b}\right)^n = \frac{a^n}{b^n}\]
har \(b \neq 0\).
Negativan eksponent
Nú hava vit víst hvussu positivir potensar rigga, men hvussu so um vit hava ein potens við negativum eksponenti. Vit byrja við einum dømi:
\[\frac{4^2}{4^6}\]
Fyrst umrokna vit til ein potens:
\[\frac{4^2}{4^6} = 4^{2-6} = 4^{-4}\]
Men hetta kunnu vit jú eisini rokna sum:
\[\frac{4^2}{4^6} = \frac{4 \cdot 4}{4 \cdot 4 \cdot 4 \cdot 4 \cdot 4 \cdot 4} = \frac{1}{4^4}\]
Hetta vísir okkum so:
\[4^{-4} = \frac{1}{4^4}\]
Roknireglan fyri negativan eksponent
Generelt kunnu vit so skriva at:
\[a^{-n} = \frac{1}{a^n}\]
har \(a \neq 0\). Eitt umráðandi dømi, ið er gott at minnast er at:
\[a^{-1} = \frac{1}{a}\]
har \(a \neq 0\).