Javnbeintir og javnsíðaðir tríkantar
Um allar tríggjar síður í einum tríkanti eru eins langar, kalla vit hann javnsíðaðan.
Um tað bara eru tvær av síðunum, ið eru eins langar, kalla vit tríkantin javnbeintan. Teir báðar eins longu síðirnar kalla vit bein, meðan síðan í millum beinini kallast grundlinja.

Í fyrra tríkantinum eru allar tríggjar síður eins langar, \(a=b=c\).
Í seinna tríkantinum eru síðurnar \(d\) og \(e\) eins langar, \(d=e\), meðan vit ikki vita, hvussu long grundlinjan \(f\) er í mun til hinar.
Javnsíðaðir tríkantar
Í javnsíðaðum tríkantum eru allir tríggir vinklar eisini eins stórir. Og tá vit minnast, at vinklasamløgan í einum tríkanti er 180°, má hvør vinkul í einum javnsíðaðum tríkanti vera:
\[ \frac{180^{\circ}}{3}=60^{\circ} \]

Javnbeintir tríkantar
Í javnbeindum tríkantum eru teir báðir vinklarnir, sum liggja millum beinini og grundlinjuna, líka stórir.