Tá ið ein banki lýsir við einari árligari rentu á 4%, noyðist ein at halda fyri eyga hvussu ofta hendan rentan verður tilskrivað. Hetta hevur stóran týdning: roknast rentan fýra ferðir um árið, veksur inngjaldið meira enn tá rentan verður rokna eina ferð um árið. Hetta skyldast at rentan av hvørjum termini legst afturat grundarlagnum fyri næsta termin - altso renturenta.
Effektiva rentu\(r_e\): tann veruligi árligi kostnaðurin, tá terminstíðirnar verða tiknar við.
Dømi
Nomiell renta \(r = 4\%\), \(n = 4\) terminar um árið (1% hvønn termin).
Vit samanbera tveir møguleikar fyri ein byrjanarkapital \(K_0\):
Útrokning
Vøkstur eftir 1 ár
Einaferð um árið (\(n = 1\))
\(K_0 \cdot (1{,}04)^1\)
\(4{,}0000\%\)
Fýra ferðir um árið (\(n = 4\))
\(K_0 \cdot (1{,}01)^4 = K_0 \cdot 1{,}04060401\)
\(4{,}0604\%\)
Munurin - 0,0604 prosentstig - kemur av tí, at rentan av hvørjum termini sjálv veksur í næsta termini. Effektiva rentan er \(r_e \approx 4{,}06\%\), ikki 4%.
Frymilin fyri effektiva rentu
Vanliga, við \(n\) terminum um árið við nomiellari rentu \(r\):
Vel nomiellu rentuna og síggj hvussu effektiva rentan veksur við termintíðnini.
viewof rNomPct = Inputs.range([0.5,20], {value:4,step:0.5,label:"Nomiella rentan r (%)"})
renta = {const r = rNomPct /100;const rLimit = (Math.exp(r) -1) *100;const periods = [ {n:1,name:"1 × um árið (árlig)"}, {n:2,name:"2 × um árið (hálvárlig)"}, {n:4,name:"4 × um árið (ársfjórðing)"}, {n:12,name:"12 × um árið (mánaðarliga)"}, {n:52,name:"52 × um árið (vikuliga)"}, {n:365,name:"365 × um árið (dagliga)"}, ].map(d => ({...d,re: (Math.pow(1+ r / d.n, d.n) -1) *100}));const curve =Array.from({length:365}, (_, i) => ({n: i +1,re: (Math.pow(1+ r / (i +1), i +1) -1) *100 }));return {r, rLimit, periods, curve};}
Jú oftari rentan verður tilskrivað, jú tættari nærkast markvirðnum \(e^r - 1\) - men tað sæst eisini, at broytingin av tí effektivu rentini fellur skjótt jú oftari renta verður tilskrivað: Munurin á tí effektivu rentuni millum árliga og ársfjórðings tilskriving er nógv størri enn munurin millum vikuliga og dagliga tilskriving.