Loysa tvær líkningar við tveimum ókendum - substitutión

Innleiðing

Líkningar brúkast ofta til at loysa ymisk problem frá veruleikanum, og her eru ofta fleiri ókend enn bara eitt.

Um vit hava ein bommhandil, har tú fært at vita at um tú keypir 3 slikkipinnar og 4 bommposar kostar tað 35 kr. og um tú heldur keypir 4 slikkipinnar og 2 bommposar kostar tað 20 kr. Hvussu kunnu vit finna útav hvussu nógv ein slikkipinnur kostar? og hvussu nógv ein bommposi kostar?

Her hava vit 2 ókend, tað er prísurin á slikkipinninum (\(x\)) og prísurin á bommposanum (\(y\)). Út frá hesum kunnu vit stilla tvær líkningar upp:

\[3x + 4y = 35\] \[4x + 2y = 20\]

Tað eru fleiri ymsir mátar at loysa hesa líkningina uppá, hesir gjøgnum ganga vit.

Substitutión

Substitutiónshátturin gongur út uppá at isolera ein av teimum ókendu í einari av líkningnum. Síðina kunnu vit seta úttrykki inn í tí seinnu líkningina, og nú kunnu vit loysa tá vit bara hava ein ókendan.

Filmur