Potensar

Innleiðing

Í støddfrøði eru nógvir snildir mátar vit brúka fyri at sleppa undan at skriva ov nógv upp. Til dømis skriva vit

\[5 \cdot 4\]

ístaðin fyri

\[5 + 5 + 5 + 5\]

Her síggja vit at falda er ein stuttur máti at skriva pluss stykki upp. Á sama hátt eru potensar, ein máti har man kann skriva faldi stykkir stutt upp:

\[5 \cdot 5 \cdot 5 \cdot 5 = 5^4\]

Hvat eru potensar?

Potensar nevna vit tað tá vit lyfta eitt tal upp í einum øðrum talið. Um vit taka dømi við \(5^4\) so siga vit “fimm í fjórða”, og hetta brúka vit bara tá tað sama talið verður falda við sær sjálvum fleiri ferðir.

Eitt tal ið er skriva upp sum \(5^4\) kallast ein potensur, har 5 er grundtalið og 4 er eksponenturin, tvs.:

\[\text{grundtal}^{\text{eksponent}} = \text{potensur}\]

Potensroknireglur

Tað eru nógvar potensroknireglur, sum gera tað lættari at rokna við potensum. Vit fara at gjøgnumganga allar og koma við dømum.

Filmur