Makað og støk tøl
Vit kunnu býta tey heilu tølini upp í tveir bólkar; makað tøl sum 2, 14 og 28, og støk tøl sum 1, -7 og 23.
Makað tøl
Eitt makað tal kann skrivast upp á hendan hátt: \(2 \cdot n\) har \(n\) er eitt heiltal. Eitt dømi kann vera 10, har \(n = 5\): \(2 \cdot n = 2 \cdot 5 = 10\)
Støk tøl
Støk tøl eru tøl, ið kunnu skrivast upp á hendan hátt: \(2 \cdot n + 1\) har \(n\) er eitt heiltal. Eitt dømi kann vera \(-7\), har \(n = -4\):
\(2 \cdot n + 1 = 2 \cdot (-4) - 1 = -8 + 1 = -7\)