Dømi: Samløgureglan
Filmur
Munurin frá seinastu síðu
Bæði dømini hava sama útgangsstøði: tveir bólkar við trimum og fýra (ella trimum og tveimum) lutum í. Men spurningarnir eru ymiskir:
- “Antin ella” - eitt val í alt. Vit leggja saman.
- “Bæði og” - eitt val úr hvørjum bólki. Vit falda.
Hetta er tann avgerandi munurin. Á næstu síðu geva vit hesum tveimum reglunum nøvn.