Stytta og leingja

Tá vit rokna við brotum, hava vit ofta brúk fyri broyta tey. Um vit vilja hava eitt størri tal í teljaran ella nevnaran, kunnu vit leingja brotið. Tað gera vit við at falda tað sama talið í bæði teljara og nevnara.

\(\frac{1}{3}=\frac{1\cdot 2}{3\cdot 2}=\frac{2}{6}\)

Virðið av brotinum er sostatt tað sama, tá vit leingja tað

Hetta skriva vit generelt up soleiðis

\(\frac{a}{b}=\frac{a\cdot k}{b\cdot k}\)

har k og b ikki eru 0.

Um vit vilja gera teljaran ella nevnaran minni, kunnu vit stytta brotið. Tað gera vit við at deila við sama tali í teljara og nevnara. Tað skriva vit generelt up soleiðis \(\frac{a}{b}=\frac{a:k}{b:k}\) Har k og b ikki eru 0.

Filmar

Leingja brot

Stytta brot