Um okkum

Ókeypis undirvísingartilfar á egnum móðurmáli er ein mannarættur.

Minerva er ein ókeypis, talgildur støddfrøðipallur til miðnám á føroyskum. Her eru undirvísingarfilmar, skrivligar frágreiðingar, dømi og prógv. Tilfarið er skipað eftir stigi, evni og námsætlan, so næmingar lætt kunnu finna júst tað evnið, tey hava tørv á.

Alt tilfarið er ókeypis. Tað krevst ongin innritan, ongin lisensur og einki gjald. Atgongdin er tí ikki tengd at fíggjarstøðuni hjá næminginum ella familjuni.

Hví verkætlanin er neyðug

Føroyskir miðnámsskúlanæmingar nýta ofta danskt og enskt tilfar, tá ið tey leita sær hjálp til støddfrøði. Slíkt tilfar kann vera gagnligt sum ískoyti, men tað nøktar ikki tørvin. Eisini eru roknibøkurnar, ið verða nýttar á miðnámskúlunum í føroyum, á donskum.

Støddfrøði er eitt fak, har abstrakt hugsan, logikkur og hugtaksfatan eru heilt avgerandi. Tí er tað ikki nóg mikið, at næmingar duga at kenna orðini aftur á donskum ella enskum; tey mugu eisini kunna byggja eina greiða fatan av hugtøkunum á sínum egna máli. Tá ið undirvísingartilfarið ikki er á føroyskum, kann ein merkingarlig - semantisk - gjógv koma millum fakorðini og tí djúpari fatanini av hugtøkunum.

Harumframt síggja vit hesar trupulleikar í økinum:

  • Næmingar nýta í minni mun bøkur enn áður, og tí veksur tørvurin á talgildum uppískoytistilfari.
  • Fatanargjógv millum føroysk, donsk og altjóða hugtøk elvir til misskiljingar.
  • Støddfrøðin er komin í ringt orð, og fleiri ræðast fakið.
  • Á altjóða arbeiðsmarknaðinum verður greinandi hugsan mett sum ein av teimum mest umbidnu grundførleikunum - Heimsbúskaparfundurin setir hana ovast á listan í The Future of Jobs Report 2023.

Minerva skal minka um hesa gátt - bæði fyri næmingar, sum hava ilt við at fylgja við, og fyri næmingar, sum vilja læra meira, fyrireika seg betur ella fáa eina aðra frágreiðing enn ta, tey hava fingið í skúlanum.

Mál og visjón

Í Føroyum skal undirvísast á føroyskum. Granskingin vísir, at undirvísing á móðurmálinum økir um læruúrtøkuna, og tí er endamálið einfalt: tað skal vera møguligt hjá øllum næmingum í Føroyum at fáa góða, greiða og ókeypis hjálp til støddfrøði á egnum móðurmáli.

Verkætlanin hevur eisini málsliga týdning. Tá ið støddfrøðin verður greidd frá á føroyskum, verða føroysk fakorð brúkt, ment og gjørd natúrlig hjá næmingum. Minerva er tí bæði eitt undirvísingarátak og eitt ískoyti til føroyska málið.

Longri fram er visjónin at økja um áhugan fyri STEM-fakunum - alis- og evnafrøði, forritan, kunningartøkni og støddfrøði - við tí endamáli, at fleiri søkja sær víðari útbúgving innan hesi økini.

Vit

Magnus H. Eysturoy

Magnus H. Eysturoy

Stovnari - upptøka, innihald og talgild menning

Lesur M.Sc. í hagfrøði á Københavns Universitet og hevur B.Sc. í matematik-økonomi frá sama stað. Er instruktørur á universitetinum, har hann undirvísir í sannlíkindarokning, støddfrøði og fígging, og hevur arbeitt innan risk-management við dátugreining og váðamodellum.

Í Minerva arbeiðir hann við handriti, upptøku, klipping og teknisku menningini av pallinum.

  • Python, R, SQL, Git, LaTeX
  • Handrit, videoupptøka, klipping og grafisk framseting
  • Føroyskt, danskt og enskt flótandi

Janus Jógvansson

Janus Jógvansson

Stovnari - innihald, námsfrøði og fakligt yvirlit

Lesur cand.scient. í støddfrøði við síðufaki í teldufrøði á Københavns Universitet. Er støddfrøðilærari á KVUC, har hann hevur ábyrgd av einum netflokki í støddfrøði á A-stigi, og hevur undirvíst miðnámsnæmingum og universitetslesandi sum tutor.

Hevur eisini kodað og mett svarini hjá føroyskum næmingum í støddfrøði og náttúru/tøkni til PISA, fyri Próvstovuna og Danmarks Statistik.

Í Minerva arbeiðir hann við handrit, upptøku, klipping og fakligt eftirlit av tilfari.

  • Støddfrøðilig greining, sannlíkindarokning, hagfrøði, algebra og málteori
  • Námsfrøðilig miðlan, individuell vegleiðing og talgilt lærutilfar
  • Føroyskt, danskt og enskt flótandi

Vit lósu báðir á Matematiska institutinum á Københavns Universitet. Tað er høvuðsorsøkin til, at vit eru førir fyri at gjøgnumføra eina slíka verkætlan: tí vit skilja grundarlagið undir hugtøkunum, er tað lættari hjá okkum at umseta tey til føroyskt.

At vit eru ungir, er eingin forðing - heldur tvørturímóti. Tað er ikki so langt síðan, at vit sjálvir gingu á miðnámi, og tískil hava vit eina greiða fatan av, hvørjar avbjóðingar næmingar hava í mun til støddfrøðina. Vit kunnu tí undirvísa meira atkomuliga. Tað at ung læra ung, er gagnligt og hevur nógvan virknað.

Stuðlar

Verkætlanin verður stuðlað av Námi og Betri. Tilfarið er mett av Námi.

Sig okkum tína hugsan

Vit leggja stóran dent á, at tilfarið skal vera fakliga rætt, námsfrøðiliga greitt og málsliga væl úr hondum greitt. Finnur tú ein feil - støddfrøðiligan ella málsligan - ella manglar eitt evni, eru vit fegin um at hoyra tað.

Ert tú lærari og vilt brúka tilfarið í undirvísingini, kanst tú lesa meira á síðuni Til lærarar.