Til lærarar
Minerva er ikki ein undirvísingarskipan og skal ikki koma í staðin fyri undirvísing. Tað er eitt savn av stuttum filmum og síðum á føroyskum, sum tú kanst nýta sum tú vilt — ókeypis, uttan innritan, uttan lisensir.
Hvussu tilfarið er skipað
Hvør síða er skipa sum forkláring og filmur/ar, vanliga 5–10 minuttir. Tað kan td. brúkast tá ein næmingur hevur verið burtur.
Evnini fylgja C-stigi: Tøl og algebra, funktiónir, geometri, hagfrøði, líkindarokning og kapitalrokning.
Prógv liggja á egnum síðum, atskild frá dømunum.
Ymiskar mátar at nýta tað
Vend undirvísing. Set næmingarnar at hyggja at filminum heima og brúka tíman til uppgávur.
Fyri tey, ið vóru burturi. Send ein leinki. Næmingurin hevur vónandi lættari við at halda á fram næsta tíma.
Til endurtøku. Undan próvtøku kunnu næmingar fara aftur til júst tað evnið, teir eru ivasamir um, uttan at leita gjøgnum eina heila bók.
Sum stuðul til tey, ið tørva meira. Ein næmingur kann steðga, spóla aftur og hyggja umaftur so ofta hann vil.
Sum føroyskt tilfar. Um tú undirvísir eftir donskum tilfari, kann ein føroyskur filmur brúkast til at vísa hvussu eina tosar um evnið á føroyskum. Sí greinina um støddfrøðiorð.
Hvat tilfarið ikki er
- Tað er ikki eitt uppgávusavn. Har eru dømi, men ikki venjingaruppgávur við fasit.
- Tað fylgir ongari ávísari bók. Raðfylgjan er okkara egna.
- Tað er ikki mett av nøkrum myndugleika. Tað er okkara arbeiði, ikki eitt góðkent læruamboð. Kanna tað sjálv/ur, áðrenn tú nýtur tað.
Rættindi
Tilfarið er ókeypis at nýta í undirvísing. Tú mást fegin vísa filmarnar í tímanum, leinkja til síðurnar og biðja næmingar hyggja heima. Tú tørvar ikki at spyrja um loyvi.
Fanst tú ein feil?
Tað er sannlíkt, at har eru feilir — bæði støddfrøðiligir og málsligir. Vit eru fegin um at hoyra um teir:
Hevur tú ynski um eitt evni, sum manglar, er tað eisini vælkomið.
Tilfeingi
- Nám — útgevari av føroyskum undirvísingartilfari, og námsætlanir
- Próvstovan — próvtøkur
- Mentamálaráðið
- Kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum