Stabbamynd
Innleiðing
Ein stabbamynd (histogram) er ein grafisk framseting av títtleikanum hjá bólkaðum, reelum dátum, t.e. tøl í \(\mathbb{R}\). Hvør bólkur verður vístur sum ein súla, og títtleikin/frekvensurin hjá bólkinum verður vístur sum hæddin á súluni.
Note
Stabbamyndin svarar til pinnamyndina, ið lýsir títtleikan fyri óbólkaðar observatiónir.
Uppbygging
Stabbamyndin byggir á frekvenstabellina hjá bólkaðum dátum:
- X-ás: bólkarnir/talstrekkini
- Y-ás: títtleiki \(t_i\) ella frekvensur \(f_i\)
- Súlurnar liggja saman, uttan luft ímillum - Av tí dáturnar eru samanhangandi (kontinuerligar), ólíkt einari stabbamynd av kategoriskum/diskretum dátum, har luft er millum súlurnar.
Hvat vit síggja
Stabbamyndin vísir okkum:
- Hvar flestu observatiónirnar liggja
- Hvussu spreiddar observatiónirnar liggka
- Um býtið er symmetriskt, ella skeivt
Skap
- Symmetriskt: Eins nógvar observatiónir á báðum síðu miðjuna
- Skeivt til høgru: longri hali til høgru - tvs. lægri súlur til høgru
- Skeivt til vinstru: longri hali til vinstru - tvs. lægri súlur til vinstru