Hvussu finna vit a og b
Finna forskriftina út frá grafinum
Tá vit síggja ein graf av einari linjurættari funktión, er tað áhugavert um vit kunnu rokna forskriftina hjá funktiónini út frá grafinum. Hetta ber væl til um vit kenna tvey punkt á grafinum. Vit kunnu brúka hesar formlarnar til at finna \(a\) og \(b\), um vit kenna tvey punkt \((x_1,y_2)\) og \((x_2,y_2)\) \[ a = \frac{y_2 - y_1}{x_2 - x_1} \]
\[ b = y_1 - ax_1 \] \[ b = y_2 - ax_2 \]
Dømi: Finna forskrift
Um vit fáa givið tvey punkt (1, 5) og (3, 11), kunnu vit brúka formlarnar soleiðis:
\[ a = \frac{11 - 5}{3 - 1} = \frac{6}{2} = 3 \]
\[ b = 5 - 3 \cdot 1 = 5 - 3 = 2 \]
Forskriftin er: \(f(x) = 3x + 2\)