Pinnamynd

Innleiðing

Pinnamynd er ein einfaldur máti at vísa óbólkaðar dátur grafiskt, har hvør ymisk virði verður vístur sum ein pinnur.

Nær er pinnamynd viðkomandi?

  • Tá vit vilja síggja hvussu observatiónirnar eru býttar sundur/fordeildar.
  • Tá vit longu hava skipa dáturnar í eina frekvenstabell

Dømi

Vit brúka sama dømi: 2, 3, 3, 4, 4, 4, 5, 5, 6.

Pinnamyndin vísir hvønn pinn so høgt upp sum títtleikin \(t_i\) fyri tað virðið:

  ×
× × ×
× × × × ×
─────────────
2 3 4 5 6

Fyrimunir

  • Einføld at gera
  • Lætt at lesa

Avmarkingar

  • Ikki hóskandi við nógvum ymiskum virðum
  • Ikki hóskandi við stórum og sera spreiddum talvirðum

Filmur