Frekvenstabell
Innleiðing
Áðrenn vit kunnu gera grafar (t.d. pinnamynd og trappumynd) ella rokna frágreiðandi hagtøl av óbólkaðum dátum, er tað gagnligt at skipa dáturnar í eina frekvenstabell.
Uppskrift
- Raðset dáturnar - set observatiónirnar í eina støðugt vaksandi røð.
- Finn øll tey ymsu virðini - hvør einstøk observatión, ið kemur fyri í dátunum.
- Tel títtleikan \(t_i\) - hvussu ofta hvør observatión kemur fyri.
- Rokna lutfalsliga(relativa) títtleikan, eisini kallað frekvensur \(f_i\):
\[ f_i = \frac{t_i}{n} \]
har \(n\) er tal av samlaða talið observatiónum.
- Rokna kumuleraða frekvensin \(F_i\) - Summin av \(f_i\) til og við virðið observatión \(i\):
\[ F_i = \sum_{j=1}^{i} f_j \]
Dømi
9 næmingar ið spæla eitt spæl, fáa hesi úrslitini: 2, 3, 3, 4, 4, 4, 5, 5, 6.
Observatiónirnar eru longu raðsettar. Frekvenstabellin verður:
| Virði \(x_i\) | Títtleiki \(t_i\) | Frekvensur \(f_i\) | Kumuleraður frekvensur \(F_i\) |
|---|---|---|---|
| 2 | 1 | \(\frac{1}{9} \approx 0{,}11\) | \(0{,}11\) |
| 3 | 2 | \(\frac{2}{9} \approx 0{,}22\) | \(0{,}33\) |
| 4 | 3 | \(\frac{3}{9} \approx 0{,}33\) | \(0{,}67\) |
| 5 | 2 | \(\frac{2}{9} \approx 0{,}22\) | \(0{,}89\) |
| 6 | 1 | \(\frac{1}{9} \approx 0{,}11\) | \(1{,}00\) |
Legg til merkis, at summurin av \(f_i\) altíð er \(1\) (ella \(100\%\)), og at \(F_i\) altíð endar í \(1\).
Hví gera eina frekvenstabell?
Frekvenstabellin er grundarlagið undir næstu síðunum: Vit brúka hana til at tekna pinnamyndir (frekvensin) og trappumyndir (kumuleraðan frekvens), og úr honum rokna vit frágreiðandi hagtøl, so sum typutal og breidd.