Annuitetslán prógv

Byrjan

Vit vilja vísa frymilin fyri annuitetslán,

\[ A_0 = y \cdot \frac{1 - (1+r)^{-n}}{r}, \]

har \(A_0\) er lánsupphæddin, \(y\) terminsgjaldið og \(r\) rentan um termin.

Tann snilda leiðin: nýt framtíðarvirðið

Vit brúka úrslitið frá Annuitetsuppsparing prógv. Har vístu vit, at \(n\) jøvn gjøld \(y\) við rentu \(r\) hava framtíðarvirðið

\[ A_n = y \cdot \frac{(1+r)^n - 1}{r}. \]

Hetta er virðið av øllum gjøldunum, mett í endanum av tíðarskeiðinum.

Frá framtíðarvirði til nútíðarvirði

Lánsupphæddin \(A_0\) er virðið av somu gjøldum, men mett í dag, tað er í byrjanini. Vit flyta tí framtíðarvirðið \(A_n\) aftur um \(n\) terminar við at deila við \((1+r)^n\):

\[ A_0 = \frac{A_n}{(1+r)^n} = \frac{y}{(1+r)^n} \cdot \frac{(1+r)^n - 1}{r}. \]

Einfalding

Vit deila \((1+r)^n - 1\) við \((1+r)^n\) liðsvíst, og fáa \(1 - (1+r)^{-n}\):

\[ A_0 = y \cdot \frac{1 - (1+r)^{-n}}{r}. \]

Tað var júst tað, vit skuldu vísa. \(\blacksquare\)

Filmur