Hvat eru a og b
Líkningin hjá einari linjurættari funktión er \[y = ax + b\]
Talið \(b\) kalla vit fyri byrjunarvirði, sum fortelur okkum skeringspunktið við \(y\)-ásina. Talið \(a\) kalla vit fyri halltalið.
Halltalið \(a\) er eitt tal ið sigur okkum hvussu nógv \(y\)-virði veksur, hvørjaferð \(x\)-virði veksur við 1. Í filminum forklára vit hvat a og b eru, og hvussu virðið á teimum ávirkar hvussu grafurin hjá einari linjurættari funktión sær út.