Fjórðingsmørk (bólkað)

Innleiðing

Fyri bólkaðar dátur kunnu vit ikki finna \(Q_1\), \(Q_2\) (median) og \(Q_3\) við at deila upprunadátuni í helvtir, sum vit gera fyri óbólkaðar dátur. Í staðin metast fjórðingsmørkini við at interpolera innan í tann bólkin, har fjórðingsmarkið liggur, við hjálp av S-rásini - sí S rás.