Loysa tvær líkningar við tveimum ókendum - grafiskt
Grafisk loysnin
Í summum førum kunnu vit loysa tvær líkningar við tveimum ókendum við at brúka grafar. Vit byrja við at isolera ein av teimum ókendu í báðum líkningunum. Síðani tekna við báðar grafarnar í eina krossskipan. Krosstalið hjá skurðpunktinum er loysnin til líkningarnar.