Hvat er eitt brot?
Eitt brot er eitt tal sum kann skrivast sum lutfallið av tveimum tølum. Til dømis
\(\frac{2}{7}\)
Talið undir brotstrikuni kalla vit nevnari, og talið yvir brotstrikuni kalla vit teljari.
Tað er umráðandi at nevnarin ongantíð er 0. (Hvussu skuldi tað givið meining at deila nakað í 0 stykkir?)
Tað eru ymsar orsøkir til at skriva tøl sum brot. Onkuntíð er tað tí at talið vil hava óendaliga nógvar desimalir, sum til dømis
\(\frac{1}{3}=0.333333333...\)
Her er tað lættari at rokna við brotinum enn við decimaltalinum. Onkuntíð er tað eisini tí vit vilja lýsa eitt lutfall millum tvær støddir.