Trappumynd

Innleiðing

Ein trappumynd er ein grafisk framseting av kumuleraða frekvensinum hjá óbólkaðum dátum. Hetta fortelur okkum hvussu stórur partur av observatiónunum, ið eru minni enn ella líka hvørja observatión.

Note

Trappumyndin er hin óbólkaði kumuleraða frekvensinum, ið samsvarar S-rásina, fyri bólkaðar observatiónir.

Uppbygging

Trappumyndin byggir beinleiðis á frekvenstabellina:

  • X-ás: virðini (observatiónirnar)
  • Y-ás: kumuleraður frekvensur \(F_i\), frá \(0\) til \(1\) (ella \(0\%\) til \(100\%\))
  • Grafurin: ein trappuforma rás - hon er støðug (vatnrøtt) millum hvørt observerað virði, og hoppar upp í hvørjum virði, har \(F_i\) er

Dømi

Vit brúka sama, sum á undanfarnu síðum: 2, 3, 3, 4, 4, 4, 5, 5, 6.

Virði \(x_i\) Kumuleraður frekvensur \(F_i\)
2 \(0{,}11\)
3 \(0{,}33\)
4 \(0{,}67\)
5 \(0{,}89\)
6 \(1{,}00\)

Trappumyndin er vatnrøtt á hædd \(0{,}11\) frá \(x=2\) til \(x=3\), hoppar so upp til \(0{,}33\) á \(x=3\), og er vatnrøtt til \(x=4\), og so framvegis, til hon kemur til \(1{,}00\) við \(x=6\).

Hvat kunnu vit lesa úr trappumyndini?

  • Hvar liggur medianin(miðjan) - virðið, har trappan fer ígjøgnum \(0{,}50\)
  • Hvussu stóran part av dátunum liggur undir ella yvir eina ávísa observatión

Filmur