Frágreiðandi hagtøl
Innleiðing
Fyri bólkaðar observatiónir hava vit ikki tær nágreiniligu, upprunaligu observatiónirnar. Tí ber tað ikki til at finna eitt nágreiniligt størsta, minsta ella typutal, sum vit gera fyri óbólkaðar observatiónir. Í staðin mugu vit meta um hesi málini.
Typubólkur (Modalklassi)
Í staðin fyri eitt nágreiniligt typutal finna vit typubólkin - tann bólkin, ið hevur hægsta títtleikan.
Dømi (sama aldursbýti sum á frekvenstabell-síðuni): bólkurin 40-60 hevur hægstu títtleikan (30), og er tí typubólkurin.
Metta breidd
Vit kunnu meta breiddina út frá niðara markinum í fyrsta bólkinum til ovara markið í síðsta bólkinum:
\[ \text{Mett breidd} = \text{Ovara mark (síðsti bólkur)} - \text{Niðara mark (fyrsti bólkur)} \]
Dømi: \(100 - 0 = 100\)
Frágreiðandi hagtøl, ið krevja miðpunktið
Miðalvirði og spjaðing hjá bólkaðum dátum brúka miðpunktið í hvørjum bólki - sí miðalvirði.