Natúrlig og heil tøl
Natúrlig tøl
Tey natúrligu tølini eru tey fyrstu tølini vit menniskju byrja at brúka. Tað eru tølini sum vit kunnu telja á fingrunum 1,2,3,4 og óendaliga langt upp. Hesa tølini frámerkja vit við bókstavinum:
\(\mathbb{N}\)
Vit kunnu skriva tey natúrligu tølini sum eina mongd á hendan hátt:
\(\mathbb{N} = \{1, 2, 3, 4, \ldots\}\)
Her merkja tey trý punktumini at mongdin av tølum heldur á fram í allar ævir.
Heil tøl
Nú hava vit tey positivu heiltølini í einari mongd. Um vit leggja tey negativu heiltølini og 0 afturat, fáa vit øll heiltøl. Tey heilu tølini eru frámerkt við bókstavinum:
\(\mathbb{Z}\)
Vit kunnu skriva tey heilu tølini sum ein mongd á hendan hátt:
\(\mathbb{Z} = \{\ldots, -4, -3, -2, -1, 0, 1, 2, 3, 4, \ldots\}\)
Tað er ymiskt hvørjar siðvenjurnar eru um ein hevur 0 við í teimum natúrligu tølinum ella ikki. Men um ein hevur 0 við í teimum natúrligu tølunum, verður mongdin frámerkt á hendan hátt:
\(\mathbb{N}_0 = \{0, 1, 2, 3, 4, \ldots\}\)