S rás
Innleiðing
S-rásin (sum-rásin) vísir hvussu nógvar observatiónir eru minni enn ella eins stórar hvørja ávísa observatión - fyri bólkaðar observatiónir.
Note
S-rásin er hin bólkaði kumuleraði frekvensurin, samsvarandi Trappumyndina, ið vísir tað sama fyri óbólkaðar observatiónir. Munurin er, at S-rásin verður tekna sum ein linja millum mørkini á bólkunum (ikki sum ein trappa), av tí vit ikki kenna nágreiniligu virðini, inni í hvørjum bólki.
Uppbygging
- X-ás: virðini (bólkamarkini)
- Y-ás: kumuleraður frekvensur (ofta í prosentum)
- Rásin vaksur frá 0% til 100%
Dømi
Dátur um aldur, sama dømi sum á frekvenstabell-síðuni:
| Aldur | Títtleiki | Kumulerað |
|---|---|---|
| 0-20 | 10 | 10 |
| 20-40 | 25 | 35 |
| 40-60 | 30 | 65 |
| 60-80 | 20 | 85 |
| 80-100 | 15 | 100 |
Hvat kunnu vit lesa?
Frá S-rásini kunnu vit lesa:
- Medianina: Tað virðið, har rásin fer ígjøgnum 50%
- Fjórðingsmørkini: \(Q_1\) við 25%, \(Q_3\) við 75%
- Prosentil: Hvønn prosentil, ið tørvur er á
Dømi: Finn medianina
Hava vit 100 dátapunkt og vilja finna medianina, hyggja vit at, hvar rásin fer ígjøgnum 50 (tað 50. datapunktið). Í hesum dømi liggur tað í bólkinum 40-60.
Skap
S-rásin hevur ofta skap sum eitt “S”, tí:
- Hon byrjar lágt (fáar observatiónir í fyrstu bólkunum)
- Hon vaksur skjótast í miðjuni (flestu observatiónir)
- Hon slakkar av aftur ovarlaga (fáar observatiónir í síðstu bólkunum)
Nýtsla
S-rásin kann serliga brúkast til at:
- Avlesa prosentil
- Vísa kumulativa vøksturin
- Avlesa median og fjórðingsmørk grafiskt