Hagfrøði

Innleiðing

Endamálið við hagfrøði er at siga okkurt satt um eina stóra mongd - eina populatión - uttan at skula at kanna hvønn einstakan smápart í henni. Í staðin kanna vit ein minni part av populatiónini - vit gera eina stakroynd - og brúka úrslitið til at siga okkurt um alla populatiónina.

Populatión og stakroynd

Populatión er tann stóra mongdin, ið vit ynskja at kanna.

Stakroynd er ein partur av populatiónini, sum vit velja út og kanna.

Dømi:

  • Populatión: Allir íbúgvar í Føroyum
  • Stakroynd: 500 tilvildarliga valdir íbúgvar

Orsøk til at nýta stakroynd:

  • Tað er ov dýrt at kanna alla populatiónina
  • Tað tekur ov langa tíð
  • Í summum førum er tað ógjørligt at kanna alla populatiónina (t.d. allar fiskar í sjónum)

Fyri at ein stakroynd skal megna at siga okkurt satt um populatiónina, skal hon vera:

  • Umboðandi fyri populatiónina
  • Tilvildarliga vald
  • Nóg stór

Óbólkaðar og bólkaðar observatiónir

Tá ið vit hava gjørt eina stakroynd, og harvið fingið dátur, standa vit við eitt vegamót. Hetta vegamótið er faktiskt tær tvær høvðusgreinarnar í hagfrøði á C-stigi. Vit mugu gera av, um vit ynskja at okkara dátur eru óbólkaðar ella bólkaðar.

Óbólkaðar observatiónir eru dátur, har hvør einstøk observatión er skrásett fyri seg - t.d. aldurin hjá hvørjum einstøkum næmingi (í heilum tølum). Dømi: Næmingar í einum flokki, aldur: 16, 17, 16, 18, 17, 16, 17, 17, 18, 16.

Bólkaðar observatiónir eru dátur, ið eru flokkaðar í bólkar - t.d. aldursbólkar heldur enn nágreiniligur aldur.

Dømi: | Aldursbólkur | Títtleiki | |————–|————| | 20-24 | 15 | | 25-29 | 32 | | 30-34 | 28 | | 35-39 | 25 |

Orsøk til at bólka dátur:

  • Betri yvirlit
  • Einfaldari at gera grafar
  • Ofta neyðugt fyri at tryggja privatlívið (t.d. tá dátur eru um persónir)

Avmarking: Tá ið vit bólka dátur, missa vit tey upprunaligu, nágreiniligu tølini - útrokningar við bólkaðum dátum (t.d. miðalvirði) verða tí ikki heilt neyvar, og valini av bólkum ávirka (ofta) úrslitið.

Filmur