Prógv: Sinus og cosinus í rættvinklaðum tríkantum

Ein kan brúka cosinus, sinus og tangens til at finna síðir og vinklar í einum rættvinklaðum tríkanti. Um v er ein vinkul í einum rættvinklaðum tríkanti, eru hesir tríggir formlarnir galdandi: \[ \begin{aligned} cos(v) &= \frac{\text{hjáliggjandi kateta}}{\text{hypotenusa}} \\[0.75em] sin(v) &= \frac{\text{mótstandandi kateta}}{\text{hypotenusa}} \\[0.75em] tan(v) &= \frac{\text{mótstandandi kateta}}{\text{hjáliggjandi kateta}} \end{aligned} \]

Filmur

Her vísa vit hvar formlarnir koma frá, og hvussu teir kunnu prógvast.