Frekvenstabell

Innleiðing

Fyri bólkaðar observatiónir byggja vit frekvenstabellir á sama hátt sum fyri óbólkaðar observatiónir. Munurin er tó tann, at í staðin fyri einstøk virði, so arbeiða vit við miðpunktinum hjá hvørjum bólki / talstrekki (intervallið).

Uppskrift

  1. Vel bólkar/talstrekki, ið fevna um alla dátumongdina. Talstrekkini skulu helst hava somu breidd.
  2. Rokna miðpunktið á hvørjum bólki:

\[ \text{Miðpunkt} = \frac{\text{Niðara mark} + \text{Ovara mark}}{2} \]

  1. Tel títtleikan \(t_i\); Hvussu nógvar observatiónir liggja í hvørjum bólki.
  2. Rokna frekvensin, lutfalsliga títtleikan, \(f_i = \frac{t_i}{n}\) og kumuleraða frekvensin \(F_i\), sum fyri óbólkaðar dátur.

Dømi

Aldursbýti hjá 100 kundum:

Aldursbólkur Miðpunkt Títtleiki \(t_i\) Frekvensur \(f_i\) Kumuleraður frekvensur \(F_i\)
0-20 10 10 \(0{,}10\) \(0{,}10\)
20-40 30 25 \(0{,}25\) \(0{,}35\)
40-60 50 30 \(0{,}30\) \(0{,}65\)
60-80 70 20 \(0{,}20\) \(0{,}85\)
80-100 90 15 \(0{,}15\) \(1{,}00\)

Avmarking

Miðpunktið er ein samanumtøka av hvørjum bólki - vit kenna ikki býti/fordelingina í hvørjum bólkinum. Útrokningar, ið byggja á miðpunktið (t.d. miðalvirði, sí Miðalvirði)), verða tí ikki heilt neyvar.

Hví gera frekvenstabellina?

Hendan tabellin er grundarlagið undir Stabbamyndini og S-rásini hjá bólkaðum observatiónum.