Kapitalframskriving - dømi

Her fara vit at brúka allar fýra frymlarnar fyri kapitalframskriving, sum vit sóu á undanfarnu síðuni.

\(K_0\) (kr) \(r\) \(n\) (ár) \(K\) (kr)
Dømi 1 1 000 5% 10 ?
Dømi 2 ? 3% 5 2 000
Dømi 3 5 000 ? 8 7 500
Dømi 4 10 000 4% ? 15 000

Finn \(K\)

Vit brúka frymilin beinleiðis:

\[K = K_0 \cdot (1 + r)^n\]

Dømi 1: \(K_0 = 1\,000\) kr, \(r = 0{,}05\), \(n = 10\)

\[ K = 1\,000 \cdot (1{,}05)^{10} = 1\,000 \cdot 1{,}6289 \approx 1\,629 \text{ kr} \]


Finn \(K_0\)

Vit isolera \(K_0\) í rentufrymlinum:

\[K_0 = \frac{K}{(1 + r)^n}\]

Dømi 2: \(K = 2\,000\) kr, \(r = 0{,}03\), \(n = 5\)

\[ K_0 = \frac{2\,000}{(1{,}03)^5} = \frac{2\,000}{1{,}1593} \approx 1\,725 \text{ kr} \]

Hetta merkir, at ein skal leggja 1 725 kr til síðis í dag, um ein ynskir at hava 2 000 kr eftir 5 ár við 3% árligari rentu.


Finna \(r\)

Vit isolera \(r\) í rentufrymlinum:

\[r = \left(\frac{K}{K_0}\right)^{\!1/n} - 1\]

Dømi 3: \(K_0 = 5\,000\) kr, \(K = 7\,500\) kr, \(n = 8\)

\[ r = \left(\frac{7\,500}{5\,000}\right)^{\!1/8} - 1 = (1{,}5)^{0{,}125} - 1 \approx 1{,}0520 - 1 = 0{,}0520 \]

Rentan er \(r \approx 5{,}2\%\) hvørt árið.


Finna \(n\)

Vit isolera \(n\) við at brúka náttúrligu logaritmuna:

\[n = \frac{\ln\!\left(\dfrac{K}{K_0}\right)}{\ln(1 + r)}\]

Dømi 4: \(K_0 = 10\,000\) kr, \(r = 0{,}04\), \(K = 15\,000\) kr

\[ n = \frac{\ln\!\left(\dfrac{15\,000}{10\,000}\right)}{\ln(1{,}04)} = \frac{\ln(1{,}5)}{\ln(1{,}04)} = \frac{0{,}4055}{0{,}0392} \approx 10{,}3 \text{ ár} \]

Við 4% árligu rentu tekur tað 10,3 ár at fara frá 10 000 kr til 15 000 kr.