Stigskipan av rokniháttum
Tá vit rokna brúka vit ofta fleiri ymiskar roknihættir í einum roknistykki, tað kann til dømis vera leggja til og at falda. Raðfylgjan av útrokningunum er ikki líkamikið. Til dømis:
\[5 + 2 \cdot 7 = 7 \cdot 7 = 49\]
\[5 + 2 \cdot 7 = 5 + 14 = 19\]
Her síggja vit at vit fáa tvey ymisk úrslit alt eftir um vit leggja til fyrst ella um vit falda fyrst.
Stigskipanin
Fyri at hetta ikki skal skapa trupuleikar, hava vit eina stigskipan av roknihættunum:
- potensar og røtur
- Falda og býta
- Leggja til og trekkja frá
Klombur
Um vit vilja víkja frá stigskipanini brúka við klombur.
Vit taka tað fyrsta dømi aftur, so er tað rætta at falda fyrst:
\[5 + 2 \cdot 7 = 5 + 14 = 19\]
Men um vit vilja hava at ein leggur til fyrst brúka vit klombur á hendan hátt:
\[(5 + 2) \cdot 7 = 7 \cdot 7 = 49\]