CAS-vegleiðingar

GeoGebra, TI-Nspire og Maple — hvat amboðið dugir, og hvat tú sjálv/ur mást duga.

CAS stendur fyri Computer Algebra System — eitt forrit, sum kann rokna við bókstavum og ikki bara við tølum. Í staðin fyri at rokna \(2 + 3 = 5\) kann tað loysa \(ax^2 + bx + c = 0\) fyri \(x\).

Fyrst: hvat CAS ikki loysir

Eitt CAS-amboð loysir likningar. Tað sigur ikki, hvørja likning tú skalt seta upp. Tá tú lesur eina uppgávu og skalt gera hana til støddfrøði, er tað tú, ið arbeiðir — ikki teldan.

Tí er røðin altíð:

  1. Skilja støðuna. Hvat er givið, og hvat verður spurt um?
  2. Set upp støddfrøðina. Ein likning, ein funksjón, ein grafur.
  3. Lat CAS rokna. Hetta er stigið, sum sparir tíð.
  4. Les svarið. Er tað skilagott? Rætt eind? Rætt tekin?
  5. Lýs svarið. Út frá svarinum frá CAS-amboðnum skal tú forklara støðuna og skriva eina niðustøðu við svarinum

Ein næmingur, sum bert dugir stig 3, dugir ikki støddfrøði. Ein næmingur, sum dugir 1, 2, 4 og 5, men brúkar CAS til 3, arbeiðir skynsamt.

Amboðini

GeoGebra

Ókeypis og ikki neyðugt at taka niður. Best til alt, ið er sjónligt: grafar, geometri, regressión.

Væl egnað til:

geogebra.org

TI-Nspire

Verður brúkt á fleiri miðnámsskúlum, bæði sum roknimaskina og sum forrit. Sterkt til likningar, funktiónir og hagfrøði. Hav í huga, at útgávan til roknimaskinu og telduútgávan ikki altíð eru líkar — venj á tí, sum tú fert at brúka til próvtøkuna.

Maple

Størri og meira algebraiskt. Sterkt til symbolska rokning og til kapitalrokning, har formlarnir verða langir.

Trý ráð, sum galda fyri øll amboðini

Skriva altíð, hvat tú gert. Eitt CAS-svar uttan grundgeving gevur lítið. Skriva likningina, sum tú setir upp, og hvat tú bað telduna gera.

Runda ikki av ov tíðliga. Lat CAS rokna víðari við tí neyva virðinum og rund fyrst til endans.

Kanna svarið eftir. Fært tú \(x = -4\) fyri eina longd, er okkurt skeivt — antin í uppsetingini ella í innskrivingini. So hugsa um svarið gevur meining.

Tilfeingi