Minerva. Minerva.
  • Yvirlit
  • Støddfrøði C
  • Vegleiðing
  • Bloggur
  • Um okkum
  • Hjálp
    • Vís á ein feil
    • Spyr ein spurning

Vælkomin til Minerva​®

Ein ókeypis støddfrøðispallur

  • Her kanst tú finna filmar við støddfrøðiundirvísing - púra ókeypis.
  • Í løtuni er tað bert C-stig ið er tøkt.

Øll skulu hava møguleikan at læra støddfrøði - eisini á sínum egna móðurmáli.

Støddfrøði C

Til foreldur

Sum foreldur kanst tú gera nógv fyri at stuðla tínum barni: Tú noyðist ikki at duga alt í støddfrøði sjálv/ur - men tú kanst tosa um hugtøk, hjálpa barninum at skipa heimaarbeiði, og vísa, hvussu støddfrøði verður brúkt í gerandisumstøðum. Tað kundi verið um t.d. pengar, klokkuna, støddfrøðilig spøl og í dagligum avgerðum. Les meira um, hvussu tú kanst stuðla tínum barni.

Les meira »

Til lærarar

Undirvísarar eru hjartað í góðari støddfrøðiundirvísing. Teir veita vegleiðing, stuðul, uppgávur, og hjálpa næmingum at síggja samband millum hugtøk, praktiska nýtslu og støddfrøðiligar sannføringar. Her kanst tú finna ráð og amboð til at styrkja tína undirvísing.

Les meira »

Klár til próvtøku?

At fara til próvtøku eigur ikki at vera ein keðilig uppliving - heldur ikki í støddfrøði! Her vísa vit, hvussu tú kanst fyrireika teg, soleiðis at próvtøkan eydnast so væl sum gjørligt. Her leggja vit ikki dent á tað tekniska, men heldur hvussu ein kann skipað sítt arbeiði, leita sær hjálp og venja á besta hátt.

Les meira »

CAS vegleiðingar

Allir næmingar brúka í dag teldur til at rokna. Til dømis verða Maple, TI-Nspire ella GeoGebra brúkt til at arbeiða við støddfrøðiligum trupulleikum, grafum og útrokningum. CAS-vegleiðingarnar vísa, hvussu tú kanst nýta hesi amboð, so tú fær eitt betri yvirlit og lættari skilur undirliggjandi hugtøkini.

Les meira »

Støddfrøði er allastaðni

Støddfrøði er ikki bert nakað ið finst í skúlum - tað er allastaðni! Í náttúru, í tónleiki, í peningamálum, í samfelagsviðurskiftum og í hugsanarspølum. Her ynskja vit at vísa, hvussu tú kanst #RoknaTaðÚt, við at vísa, hvussu alt møguligt í lívinum hevur eina støddfrøðiliga síðu, sum tú kanst granska, spyrja og rokna við.

Les meira »

Støddfrøði á Miðnámi

Støddfrøði á miðnámi er øðrvísi enn tann tú kennir úr fólkaskúlanum. Her verður væntað, at tú ikki bara kann rokna svarini - tú skalt eisini skilja og arbeiða við hugtøkum ella prógvum av setningum. Tú skalt hugsa meira abstrakt, arbeiða nógv við algebra og skilja formlarnir ið verða nýttir. Góð fyrireiking millum fólkaskúla og miðnám hjálpir tær at koma væl frá byrjan.

Les meira »

Um okkum

Stuðlar: Nám Betri

  • Um okkum

  • Rætta hesa síðuna
  • Vís á ein feil
Cookie Preferences