#RoknaTaðÚt

Støddfrøði í føroyskum gerandisdegi — tøl, sum viðvíkja tær.

Støddfrøði er ikki bert nakað, ið finst í skúlum. Hon er í náttúruni, í tónleiki, í peningamálum, í samfelagnum og í hugsanarspølum. #RoknaTaðÚt er okkara hugtak fyri at seta ein gerandis spurning og rokna tað út — í staðin fyri at gita.

Tað serliga er, at tú velur tølini sjálv/ur. Ein uppgáva í eini bók hevur eitt rætt svar. Ein spurningur um tín egna gerandisdag hevur eitt svar, sum viðvíkur tær.

Hvussu tú gert tað

  1. Set ein spurning, sum tú veruliga vilt vita svarið á.
  2. Finn tølini. Hagstova Føroya hevur almenn hagtøl um fólkatal, búskap, fiskiskap og ferðavinnu o.a..
  3. Set nakrar treytir, hvat tú roknar við. Eitt svar er bara rætt, um tú eisini lýsir tínar treytir
  4. Rokna — og kanna, um svarið er skilagott.

Hugskot at fara undir

Her eru nakrir spurningar ein kan nýta sum. íblástur Tølini skalt tú finna sjálv/ur:

Prosent og rentaKapitalrokning

  • Hvat kostar eitt telefona á 24 mánaðum avgjald veruliga, samanborið við at keypa telefonina beinanvegin?
  • Ein útsøla gevur 30 % burtur og so 20 % afturat. Hvat er samlaði avslátturin? (Tað er ikki 50 %. Sí prosent.)
  • Hvat vaksa 10.000 kr. til uppá 10 árum við 3 % rentu um árið? Sí kapitalframskriving.

Hagtøl og miðalvirðiHagfrøði

  • Hvussu hevur fólkatalið í tínum býi/bygd broytt seg síðan tú var fødd/ur? (Hagstova Føroya)
  • Hvat er miðalvirðið av regni í einum mánaði — og hví sigur miðalvirðið einsamalt so lítið? Sí spjaðing.

Ferð, longd og tíðFunktiónir

LíkindiLíkindarokning

  • Hvat eru líkindini fyri, at tveir í tínum flokki hava føðingardag sama dag?
  • Hvussu nógvar ymiskar kombinatiónir kanst tú gera úr klæðunum í tínum skápi? Sí kombinatorik.

GeometriGeometri

  • Hvussu høgt er húsið hjá tær? Tú tørvar ein skugga og ein einsvinklaðan tríkant.
  • Hvussu nógva máling tørvar ein veggur?

Tilfeingi