Klár til próvtøku

Hvussu próvtøkan er skipað, hvat tú mást hava við, og hvussu tú venur.

At fara til próvtøku eigur ikki at verða ein keðilig uppliving — heldur ikki í støddfrøði. Mest av tí, sum ger próvtøkur ringar, er ikki støddfrøðin sjálv, men at tú ikki veitst, hvat fer at henda.

NoteKanna altíð við tín egna skúla

Reglurnar niðanfyri eru tær almennu. Tað er tín skúli og tín lærari, ið siga, hvat júst tín próvtøka fevnir um, hvat sum er loyvt, og nær hon er. Hetta kemur ikki í staðin fyri tað.

Hvør skipar próvtøkurnar

Próvstovan undir Mentamálaráðnum hevur ábyrgd av at leggja til rættis og fremja skrivligar og munnligar próvtøkur í fólkaskúlanum, miðnámsútbúgvingunum og teimum maritimu útbúgvingunum. Reglurnar standa í Kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum.

Í kunngerðini stendur millum annað, at næmingurin skal fara til minst 3 skrivligar og minst 3 munnligar próvtøkur, og at hjálpartilfar og teldur kunnu nýtast — tó við teimum avmarkingum, sum námsætlanin fyri hvørt fak setur. Spyr tín lærara, hvat júst tú mást hava við.

Formlasavnið

Til skrivligu próvtøkuna fært tú vanliga eitt formlasavn. Tað kann brúkast til at sláa formlar upp, og tað hjálpir væl, um tú kennir tað frammanundan.

Tvey ráð:

  • Venj við formlasavninum frá byrjan. Brúka tað í heimaarbeiðinum, ikki bara til próvtøkuna. Tá veitst tú, hvar formlarnir standa.
  • Formlasavnið sigur ikki, nær ein formil skal brúkast. Tað er tað, sum tú skal duga til royndina. Tú mást kenna støðuna, ikki bara formilin.

Hvussu tú venur

Gomul próvtøkusett eru tað besta tilfarið. Ein uppgáva úr einum verkligum próvtøkusetti sigur meira um, hvat verður væntað, enn tjúgu uppgávur úr eini bók. Spyr tín lærara ella kanna provstovan.fo.

Rokna undir royndarumstøðum. Set eina klokku, tak formlasavnið fram, og ger tað í einum. Ven teg at sita í einari royndarstøðu, so tú veitst, hvussu tað er at arbeiða til tí endaliga próvtøkuna.

Fyriset tær ikki at duga alt. Set tær fyri at duga tað, sum kemur altíð: linjurættar funktiónir, prosent, rættvinklaðir tríkantar, ein frekvenstabell. Tað er meira virði at duga grundevnini væl enn at duga alt illa.

Dagin fyri

  • Les ikki nýtt tilfar. Endurtak tað, tú longu dugir.
  • Legg hjálpartilfarið til rættis: telda, formlasavn, blýant osv.
  • Sov. Ein úthvíldur heili roknar betur enn ein troyttur heili.

Um tú steðgar upp

Tað er heilt vanligt at alt steðgar upp undir eini próvtøku. Tað merkir ikki, at tú ikki dugir.

  1. Far víðari til næstu uppgávu. Kom aftur seinni.
  2. Skriva tað niður, sum tú veitst — eina tekning, ein formil, tað sum er givið. Ofta finnur tú vegin, tá tú hevur skrivað alt tú veist um uppgávuna niður.
  3. Eitt hálvt svar við grundgeving gevur meira enn onki svar.

Eftir próvtøkuna

Karakterurin fylgir kunngerðini um karakturskalan á miðnámsútbúgvingunum. Ert tú ósamd/ur við eina avgerð, kann hon klagast. Spyr skúlan um freistir og mannagongd.

Tilfeingi